(+298) 30 10 20

Service eftirlit til privat- og vinnukundar

Skrivað hevur: Jón McGavin
Útgivið tann: 20.04.2017

Valdemar Lützen Lásatænasta bjóðar nú service eftirlit til okkara privat- og vinnukundar.

Við einum service eftirliti frá lásatænastuni hjá Valdemar Lützen tryggjar tú, at tínar hurðar og vindeygu altíð eru væl smurd og rigga sum tey skulu. Eisini økir hetta um livitíðina á øllum mekaniskum deilum í hurðum og vindeygum.

 

Eftirlitið fevnir um:

-Eftirspenning av hongslum, lásakassa, cylindara og hondtøkum

-Smyrjing av hongslum, lásakassa, cylindara og hondtøkum

-Hurðapumpur verða eftirhugdar

-Hjá vinnukundum við elektroniskum lásaskipanum verða on-line lás updateraði og battaríir verða skift(prísurin á battarínum verður lagdur avtrat gjaldinum)

-At enda verður ein meting gjørd av lásatrygdini, og vit gera vart við ábøtur, ið skulu gerast

 

Eftirlitið fevnir IKKI um:

 -Ábøtur og útskifting av lásum (tó geva 10% av øllum lásatilfari, um tit fáa eitt tilboð sum haldari av service eftirliti)

 

Um ábøtur og/ella útskifting av deilum er neyðugt, kemur hetta undir lásaarbeiði, ið verður gjørt av okkara lásasmiðum.

 

Tá ið avtalan verður stovnað, ger tú greitt hvussu nógvar hurðar skulu viðgerast og eitt gjald á 150,- verður álagt fyri hvørja hurð.

Við í gjaldinum er ókeypis smyrjing av øllum vindeygum í húsunum.