(+298) 30 10 20
Maskinur
Maskinur

FØROYA STØRSTA BOSCH-SENTUR 

Á heysti 2011 gjørdist Valdemar Lützen høvuðsumboð fyri Bosch el-amboð, og umsetningurin av hesum vørum er vaksin heilt nógv tey seinnu árini. Hóvligir prísir, dygd og stutt leveringstíð hava verið høvuðsgrundarlagið undir tí góðu gongdina.

Við sínum rættiliga stóra úrvali av maskinum og tilhoyri er Valdemar Lützen fremst á hesum øki. Okkara handil er á tremur av maskinum og ikki minst tilhoyri frá BOSCH. So mikið sum 12 veggir hava vit at bjóða kundum okkara við øllum frá borum, stikksagabløðum, sandpappíri, rundsagabløðum, bits og mongum øðrum.

Okkara vøruúrval fevnir um grønt Bosch til heimamannin og blátt Bosch til tann professionella.