(+298) 30 10 20
Lásatænasta
Lásatænasta

Lásatænastan hjá Valdemar Lützen hevur víst seg at vera skjótast vaksandi vørubólkur hjá fyritøkuni nakrantíð. Byrjað varð miðvíst at arbeiða við lásatænastu í 2003, og hetta hevur vundið so nógv upp á seg, at vit í dag hava fýra lásasmiðir í okkara sterka lásatoymi, sum er fremst í Føroyum.

Vit løgdu fyri við vanligum lásum og systemlásum. Síðan fóru vit til elektronisk lás, ið vinna alsamt meiri fram í dag. Við elektroniskum lási ber til at lata hurð upp við korti ella prikki, og tú fært strikað tey, um tú missir tey burtur, ella tey verða strikað av aðrari grund.

Vit kopiera meira enn 20.000 lyklar um árið, bæði vanligar lyklar og systemlyklar. Tað er ikki smávegis, tá ið vit hugsa um, at vit eru færri enn 50.000 fólk í Føroyum. Okkara lásaúrval fevnir m.a. um sylindarar, lásakassar, lyklar, heingilás og hurðarpumpur.

Lásasmiðir okkara koyra um allar Føroyar og avgreiða mest sum allar lásauppgávur. Vit hava ein stóran og tryggan lásaverkstað á Skálatrøð. Krøvini til henda verkstað eru, at hann er altíð stongdur, og einki vindeyga er í hesum rúmi, ið er 50 fermetrar stórt.

Vit hava døgntænastu, her tað ber til at fáa fatur á okkum við at ringa til lásasmiðir okkara á telefon

231010, 231011 og 213536.

Vit umboða hesi lása- og lyklamerkir: SALTO – EVVA – DORMA RS8 – TRIOVING - RUKO