(+298) 30 10 20
Søgan

Jólaaftan verður elsta fyriøka í landinum 111 ár

Jólaaftan í ár eru liðin 111 ár, síðan handilsvirkið Valdemar Lützen varð stovnað. Tað byrjaði við byggitilfari og koli, men handilsvirkið lagaði seg eftir tíðini við teimum vørum, ið kravdust. Nógv fólk hava sum vera man starvast á virkinum. Ein heilur hópur í fleiri enn fimmti ár.

Í 1904 stovnaði Valdemar Lützen handilsvirkið Valdemar Lützen A/S í fabrikkini hjá Öström, har hann seldi byggitilfar og kol. Hetta var tó byrjanin til handilsvirkið Valdemar Lützen, ið stendur á Skálatrøð í dag. Valdemar broytti vøruúrvalið eftir komandi tørvi. Hann keypti eisini skip, ið sigldu við farmi til handilsvirkið hjá sær umframt øðrum farmi til Føroya úr útlondum.

Fyrsta skipið, hann keypti, var "Forælders Minde" úr Danmark. Seinni var hetta skipið selt, og Valdemar Lützen læt byggja skonnartina "Sjey Systrar", sum Andrias á Høvdanum av Strondum førdi. "Sjey Systrar" flutti ikki bara farm til Føroya, men sigldi eisini við útflutningsfarmi til miðalhavslondini.

Umframt hetta skipið hevði Valdemar Lützen eisini eina lítla lossijakt, ið æt "Diddan". Hon sigldi við farmi kring oyggjarnar, men hon varð eisini brúkt sum avskipingarfar í Havn, tá ið stór farmaskip ikki fingu lagt at í Havn.

Árini 1930 og frameftir.

Í 1930 víðkaði Valdemar Lützen aftur um virkið sítt við at stovna frystivirkið í fabrikkini hjá Öström. Hetta var um tað mundið, tá ið skipini fóru á ísfiskaveiðu, men umframt hetta var eisini møguleiki hjá húsarhaldum at leiga sær goymslurúm til matvørur. Tá ísfiskiskapurin í 1948-49 varð lagdur um til saltfiskaveiðu, varð frystivirkið stongt

Um somu tíð sum frystivirkið var í Rættará, keypti Valdemar Lützen ein sandbát saman við Niels í Heiðunum. Sandbáturin æt "Slúkur", sum Niels sjálvur førdi. Hann skipaði sandin upp á goymslu í Rættará, haðani sandurin varð í teirri tíðini seldur til húsabygging og annað. Undir Seinna Heimsbardaga varð "Slúkur" seldur til Íslands.

Árini 1925-1947 seldi Valdemar Lützen eisini olju og petrolium fyri Esso, men tá Esso í 1947 umskipaði seg soleiðis, at tað seldi beinleiðis her, gavst Valdemar við at selja olju og petrolium.

Valdemar Lützen leigaði stór skip úr útlondum at koma við byggitilfari og kolalast nakrar ferðir um árið. Tá var farmagjaldið so lítið, at Valdemar seldi øll skipini og innflutti vørur við hesum stóru skipum í staðin. Kolið varð lossað upp í stórar kurvar og síðani koyrt í trillibøru á goymslu. Tað varð gjørt av "Høgu Kai", ið varð løgd við "Skeiva Pakkhús" til sama endamál. Hetta kravdi nógvarbeiðsfólk, einar 15-20 mans.

Byrjaði við amboðshandli

Í 1952 varð handilsvirkið aftur umskipað. Anni Lützen stovnaði lítla búnýtisdeild á Bryggjubakka.Tá Valdemar Lützen yngri, abbasonur Valdemar Lützen, kom aftur eftir lokna útbúgving í Holbæk og Newcastle, keypti virkið klædnahandilin hjá Heinesen í Vágsbotni (har Miðlahúsið í dag leigar frá Valdemar Lützen). Har læt virkið ein amboðshandil upp, sum Valdemar Lützen yngri var leiðari í. Fyrst í 60'unum víðkaði Valdemar Lützen (y) amboðshandilin, so at hæddirnar í Vágsbotni vórðu tiknar í nýtslu. Amboðshandil á fyrstu hædd og búnýti á aðru hædd.

Hetta var gongdin í handilshúsinum í Vágsbotni til miðskeiðis í 1980'unum, tá ið avgjørt var at flyta amboðshandilin út á Skálatrøð, soleiðis at amboð og byggitilfar nú vóru samlað á sama stað í nýggja byggimarkaðinum á Skálatrøð. Við tað at amboðsdeildin varð flutt úr Vágsbotni út á Skálatrøð, hevði Valdemar yngri latið lívsverkið frá sær, tí hann vildi ikki flyta úr handilshúsinum í Vágsbotni. Tað bar í sær, at búnýtisdeildin varð víðkað til báðar hæddirnar – og tað eydnaðist væl.

1. juni 2004 læt handilsvirkið í Vágsbotni aftur eftir 51 ár undir leiðslu Valdemars Lützen yngra. Valdemar vildi njóta sítt otium við góðari samvitsku, men kortini er hann at síggja í byggibúðini á Skálatrøð av og á.

Fóru úr skúla og arbeiddu til pensjónsaldur.

Nógv av teimum starvsfólkunum, sum hava verið hjá P/F Valdemar Lützen, hava arbeitt har alla sína tíð, til tey løgdu frá sær fyri aldur. Soleiðis starvaðust Ebbe Ki (Jacobsen) á skrivstovuni í 50 ár, og Olga Mikkelsen var eisini ein av teimum, sum arbeiddi alt sítt vaksna lív hjá virkinum. Dia á Lava, Ferdinand Rubeksen, Jógvan Mikkelsen, Jákup Michael og Addaba arbeiddu allir meira enn fimmti ár hjá Valdemar Lützen.

Eisini synirnir hjá arbeiðsfólkunum fóru í starv á hesum virki. Soleiðis hevur Jóhan á Lava arbeitt hjá Valdemar Lützen í 50 ár, og Mogens Lützen eldri var stjóri á virkinum í ein mansaldur. Valdemar Lützen (y) hevði 50 ára starvsdag í september 2003.

Ganga nýggjar leiðir

Í januar 2003 varð ættarliðsskifti. Høgni Lützen, ið er fjórða ættarlið, tók við í amboðshandlinum á Skálatrøð. Her verður arbeitt eftir sama leisti. Her er tænastan í hásæti við kappingarførum prísum. Haraftrat varð tó víðkað um vøruúrvalið soleiðis, at tað fevndi um ein víðari málbólk, so sum byggivinnuna og rustfría heilsølu til skipa- og maskinmarknaðin í Føroyum. Hetta varð m.a. gjørt við at fáa Føroya størsta úrval inn á rustfría A4 marknaðin. Soleiðis fekst ein góð byrjan við eini vørunissju, ið hevur borið frukt hjá Valdemar Lützen Byggibúð til tann dag í dag.

Ein annar vørubólkur, ið er nógv vaksin tey seinnu árini, er lás og lyklar. Hetta saman við, at vit fóru at bjóða eina lásatænastu um allar Føroyar við systemlásum og elektroniskum lásum, skuldi vísa seg at loysa seg væl. Hesin lásamarknaður er alsamt vaksin tey seinastu átta árini.