(+298) 30 10 20
Amboð
Amboð

Fyritøkan Valdemar Lützen hevur selt amboð síðan 1904, og tað hevur í stóran mun myndað einpart av virkseminum.

Dygdin hevur altíð verið hásæti, og tað vísir eisini, hvussu kundaskarin er umboðaður.
Maskinmarknaðurin, timburmarknaðurin og skipamarknaðurin hava verið fastir kundar hjá Valdemar Lützen gjøgnum árini, og ikki minst hevur tann góðskutilvitaði kundin verið fastur og fúsur øll árini.

Amboðini fevna vítt hjá Valdemar Lützen. Heilt frá hamara og klípitong til skrúvublað og skiftilykil. Sjálvt støðið er, at amboðini eru úr Týsklandi, og tað borgar fyri bestu dygd.

Tað týska gongur aftur í handli okkara eins og eftirnavnið hjá fyritøkuni: Lützen.Tann góða plaseringin á Skálatrøð ber í sær, at eini 2-300 fólk eru inni hjá okkum hvønn gerandisdag. Hetta verður til umleið 1500 kundar um vikuna, mánadag til leygardag.