Hugskotið um at verða høvuðsveitari av A4 rustfríum tilfari til føroyingar kom veturin í 2009. Høgni Lützen varnaðist tann støðugt økta eftirspurningin eftir A4 rustfríum tilfari fyri tann rætta prísin.
Fyrsta stigið var at fáa fatur á eitt agentur úr Týsklandi upp á A4 rustfrítt tilfar, var byrjannin til eina vakra "rustfría søgu", ið er nógv vaksin við árunum.
A4-úrvalið er m.a.: skrúvur, boltar, møtrikkar, skivur, gevindstengur og alt, ið hugsast kann í hesum sambandi. Vit hava eisini lím, fugu og ekspantiónsboltar at montera og fastgera við.
Aðrar A4 rustfríar vørur eru t.d.: ketur, karabinhakar, sjeklar, eykakrókar, svøvlar og krókar.
Føroyingurin veit betur nú, at tað loysir seg at brúka A4 rustfrítt, tí so skal hann ikki koma aftur um aftur. Ein A4 rustfrí vøra heldur fyri lívið!
Høvuðskundar okkara, ið spyrja eftir rustfríari útgerð, eru: maskinmarknaðurin og skipsmarknaðurin og so ikki at gloyma okkara stóri privatkundamarknaður.