Lásatænastan hjá Valdemar Lützen hevur víst seg at vera skjótast vaksandi vørubólkur hjá fyritøkuni nakrantíð. Byrjað varð miðvíst at arbeiða við lásatænastu í 2003, og hetta hevur vundið so nógv upp á seg, at vit í dag hava fýra lásasmiðir í okkara sterka lásatoymi, sum er fremst í Føroyum.
Vit løgdu fyri við vanligum lásum og systemlásum. Síðan fóru vit til elektronisk lás, ið vinna alsamt meiri fram í dag. Við elektroniskum lási ber til at lata hurð upp við korti ella prikki, og tú fært strikað tey, um tú missir tey burtur, ella tey verða strikað av aðrari grund.