(+298) 30 10 20
Virksemi

Virksemi

Virksemið hjá Valdemar Lützen Byggibúð síðan 1. januar 2003

Høgni Lützen kom heim til Føroya summarið 2002 eftir at hava arbeitt í seks ár sum leiðari í fyritøkum á byggimarknaðinum í Danmark sum SILVAN og BAUHAUS.

Málið var at fremja eitt ættarliðsskifti í fyritøkuni fyri at optimera vøruúrvalið, ið so skuldi hava viðsær størri umsetning.

Hetta varð gjørt – og tað við lít. Síðan 2003 og til dagin í dag kunnu vit staðfesta eina støðuga framgongd í sølutølunum. Tann positiva gongdin tykist standa við, og framtíðarvánirnar eru góðar við framgongd sammett við undanfarin ár.

Virksemið hjá fyritøkuni Valdemar Lützen kann býtast upp í fýra partar: amboð og maskinur, lásatænasta og rustfrí heilsøla.

Í dag eru vit 12 starvsfólk í fyritøkuni. Høvuðskontórið og handilin eru enn á Skálatrøð, har vit havaverið síðan 1904. Tveir lásabilar koyra vørur og tænastur um alt landið.