ASSA ABLOY SMARTair – tráðleys atgongdarstýring
SMARTair er ein elektronisk atgongdarskipan, har hurðarlás kunnu stýrast uttan kaðalføring til hvøra hurð. Lásini ganga við battaríum og kunnu setast á nógvar vanligar hurðar.
Alt eftir loysnini kunnu brúkarar lata upp við korti, lyklaringi, PIN-kotu ella telefon. Atgongd kann tillagast eftir brúkara, hurð og tíð, og um eitt kort ella lyklaringur verður burtur, kann atgongdin strikast ella broytast.
SMARTair kann brúkast sum ein einfaldari skipan til fáar hurðar ella setast upp við miðstýrdari umsiting og online yvirliti. Hetta ger skipanina hóskandi til fyritøkur, stovnar og aðrar bygningar, har tørvur er á lættari stýring av atgongd.
Vit hjá Valdemar Lützen ráðgeva um SMARTair og hjálpa við vøruvali, uppseting og programmering.