(+298) 30 10 20
EVVA

EVVA – mekanisk lyklaskipan

Við eini mekaniskari lyklaskipan frá EVVA ber til at skipa lás og lyklar eftir tørvinum hjá brúkarunum. Ein lykil kann lata upp fleiri hurðar, meðan aðrir lyklar bara geva atgongd til ávís øki. Soleiðis fært tú eina greiða og skipaða loysn til heim, fyritøkur og bygningar.

EVVA hevur fleiri mekaniskar skipanir, millum annað EPS, sum kann nýtast í lyklaskipanum við ymiskum atgongdarrættindum. Trygdarkortið verður brúkt sum heimild, tá eyka lyklar ella cylindarar verða bílagdir.

Vit hjá Valdemar Lützen hjálpa tær at finna røttu EVVA-loysnina og leggja lyklaskipanina til rættis eftir tínum tørvi.