SALTO Systems – elektronisk lás og stýrd atgongd
Vit hjá Valdemar Lützen umboða SALTO Systems í Føroyum.
Við SALTO kanst tú stýra, hvør sleppur inn gjøgnum hvørja hurð, og nær atgongdin er galdandi. Hurðar kunnu latast upp við atgongdarkorti, lyklaringi ella telefon, alt eftir hvørja loysn tú velur.
SALTO hevur bæði elektroniskar lás og lesarar til hurðar. Skipanin kann setast saman við hurðum, sum eru online og tráðleysum lásum, sum virka við battaríum. Brúkarar kunnu fáa ymisk rættindi til hurðar og tíðir, og atgongd kann lættliga broytast, tá tørvurin broytist.
SALTO hóskar seg væl til fyritøkur, stovnar, bústaðarbygningar og hotell, har tørvur er á tryggari og brúkaravinarligari atgongd.
Vit hjálpa tær at finna røttu SALTO-loysnina — frá ráðgeving og vøru úrvali til uppseting og programmering.