(+298) 30 10 20
AJAX

Ajax – trygdarskipan tillagað tínum tørvi

Við Ajax kanst tú savna fleiri sløg av trygd í einari skipan. Ajax hevur loysnir til innbrotsalarm, eldávaring, vatnleka og videoeftirlit. Tú kanst fylgja við og fáa boð um hendingar í Ajax-appini.

Verja hurðar, vindeygu og bygningar
Ajax hevur følarar til hurðar og vindeygu, rørslu og glasknús. Skipanin kann tillagast bæði heim og arbeiðspláss, og sirenur kunnu geva fráboðan, um alarmur verður útloystur.

Eldávaring og vatnleki
Ajax hevur følarar, sum kunnu ávara, um vatnleki verður. Til vinnuligar verkætlanir fæst Ajax EN54-serian við millum øðrum royk- og hitafølarum, sirenum og manuellum alarmknøtti. Ajax EN54-serian er DBI-góðkend til sjálvvirkandi brandalarmsskipanir.

Í verkætlanum verða krøv til projektering, uppseting og endaliga góðkenning avklárað saman við góðkendum ABA-installatøri.

Fá ráðgeving um røttu loysnina
Vit hjá Valdemar Lützen hjálpa tær at velja røttu Ajax-vørurnar og finna fram til tað, sum hóskar best til tín tørv.

Set teg í samband við okkum fyri at frætta meira um Ajax og fáa eitt tilboð.